eg skrivi
súgdjór eru ikki til at stóla uppá
og mannfólk føða livandi ungar
mín fingrasól skínur
mín armkulla skriðar
mítt mánamyrkur er blátt nalvaljós
longri uppi boppur
húð svíður lastisk
sveittablóma stinkar rotið
deodorant
eg skrivi
grind millum tenn smakkar av ullintum jarni
svartreyður døgurði
smakkar salt
hvalahav
mønustungin ung
tunga tornað
nylonsokkar
lukta trátt
mamma er ill
ET sigur hon
hevur sett ein tallerk av kókaðari grind
framman fyri mær
og eitt glas av mjólk
eg eri eisini ill
havi einans etið skúmfidusar
í tvær heilar vikur
havi ongantíð verið klænri
havi ongantíð verið meira framúrskarandi
tú vigar for lítið sigur hon
eg sigi eg eri tríggjar centimetrar hægri
enn Descartes var
og mín vekt er fín í mun til mína hædd
eg ætli mær ikki at vera tjúkk
ET sigur hon
eg eti grind og eplir
við ketsjupp og sinopp
drekki kalda mjólk
við grindavreiði
mamma sigur sjeikur er fittur
men intellektuelt passa tit ikki saman
eg skrivi
fittur ÷ intellektuelt = men
á Bacalao sker sjeikur flak
frá klokkan morgun til á døgurða
fer inn á vesið við myrkhærdari gentu
og gud viti hvat tey gera har inni siga tey
telefonin ringir í køkinum
sjeikur noktar alt
eg finni gentu í telefonbókini
hon býr á Norðasta Horni
eg koyri út har
í einum bláum Ford Fiesta
genta noktar alt
eg skrivi
góði sjeikur
eg geri tað liðugt
men eg vil gjarna behalda Bufaloskógvarnar
sum tú gav mær
Lív
í mínum tanka fær hann nýtt navn
eg skrivi
MILKY
skúmandi frískur
søtt flótandi navn
reyðar krúllur
næstan koyrikort
hann kemur við mær heim úr býnum
í sovikamarinum er hann til staðar
sum ein fremmand geografi
hann fer niður
slikkar meg
eg komi
aftaná eri eg deyðamóð
eg biði hann fara
so eg kann sova
aftaná
misskiljing skilja miss miss muss
hyggja vit eftir City of Angels
við Nicolas Cage og Meg Ryan
áðrenn
kastar hann ein fjarstýrara eftir mær
streyfar mítt avbleikta hár
rakar veggin ikki meg
battaríini sleingjast á gólv
eg skrivi
nátt blátt skín
meira ljós
meira planet
ella setningar í hagamyrkri
ynski at hann sigur okkurt annað enn
skúlaskipanin er ikki fyri tey av okkum
við serligum gávum
hann býr í kjallara hjá foreldrunum
á bygd
hann fingrar meg
grópar
trýstir
eg føli einki
eg skrivi
okkurt má glitra meira
solariumshúð
tretivu pluss
glitrar ikki meira
hann suttar mín peikifingur
vil sita við mær í fanginum
eg má heldur fara sigi eg
tú ert meira rationell enn eg eri sigur hann
og ringir eftir einum taxabili til mín
honum dámar at damur
eru í tennissokkum meðan
hann er í song við teimum
tað sær so klikkað út
at vera í sokkum
eg lati meg altíð úr teimum
tú ert ein egoist sigur hann
tað er ikki tað versta eg eri blivin kallað
Frá bókini “Eg skrivi á vátt pappír” eftir Lív María Róadóttir Jæger.