Psykodrotningin sigur frá: Eitt innlít í sálarfrøðiligar stovnar
May 1st 2022
images and text:
Anna Malan Jógvansdóttir

Nógvir læknar, sálarfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar hava havt meg í sínum hondum. Læknarnir eru skýggj, sum regna tablettir niður í mín munn. Teir siga, at eg havi paranoid skizofreni og má taka Latuda. Fyrst góvu teir mær Seroquel, men tá legði ein mjørki seg yvir meg, so eg sovnaði. Fyri at vekja meg góvu teir mær Risperidon, men tá fór kroppurin at ristast, og mánasjúkan hvarv. At enda fekk eg Latuda, tað tók langa tíð at venja meg við tað, í byrjanini spýði eg nógv, var órólig og fekk bumsar, men eg vandi meg við tað, tað noyddist eg, tí tá vóru ikki nógv sløg av heilivági eftir, so eg mátti góðtaka lívið við hjáárinum.

Sálarfrøðingarnir eru ælabogar, teir koma, aftaná læknarnir eru lidnir at regna, mær dámar betur sálarfrøðingar enn læknar, tí teir skilja ein og eru litríkir, læknarnir eru ikki óndir við vilja, teir vita bara ikki, at teir skaða meira enn teir hjálpa við øllum heiliváginum. Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru øll hini sløgini av veðri, tí teir eru har alla tíð og mynda gerandisdagin, tá man er á einari psykiatriskari deild. Eg havi longu verið á 3 deildum, sjálvt um eg bara eri 23 ár. 




Tú heldur kanska, at psykiatriskar deildir eru óhugnalig støð við svøkum fólkum, sum blíva frá sær sjálvum. Soleiðis er tað kanska á onkrari afturlatnari deild, men als ikki á teimum deildum, eg havi verið á, eg havi altíð verið innløgd á opnum deildum. Tað er øgiliga friðarligt og róligt, tímarnir ganga ofta seint, eg havi kett meg ræðuliga illa, tá eg havi verið innløgd. Deildirnar eru fullar av fuglum, sum royna at flúgva út gjøgnum vindeyguni, men nógvir av teimum baksa bara veingirnar móti glasinum.

Um kvøldið kavar súreplakavi róliga á gongdunum, tær ferðir, eg ikki havi kunnað sovið, havi eg gingið róliga gjøgnum følvið, meðan eg gálvaði, so flykrurnar kundu bráðna á mínari tungu, tað smakkar himmalskt. Men man má ansa sær ikki at ganga fór leingi í kavanum, so man frystir heilt inn á bein, tað gera summi. Tey koma ongantíð heim aftur, tey verða send í vardar bústaðir og heim fyri sálarliga sjúk, tey eru tíverri vorðin ov von við lívið á einari deild. Eg var einaferð á einari deild, har allir veggirnir vóru spegl, eg gekk og gekk í fleiri mánaðir og fann ikki runt í villiniborgini av endurspeglingum. Aftan á 3 mánaðir slapp eg endiliga heim. Eg trúði, at eg skuldi vera har í allar ævir, men til alla lukku var mín lagna ikki spunnin so.

Tú undrast kanska á, hvat feilar fólkunum, sum verða innløgd? Jú, tað skal eg siga tær, tey flestu, sum eru innløgd, eru kedd, bangin og føla skuldarkenslu. Sjálvandi er vreiði eisini ein kensla, nógv føla, men hon verður ikki víst líka ofta. Tað tora fólk ikki at vísa, tí so skulu tey bara taka nógvar tablettir. Eg minnist bara eina ferð, at nakar hevur rópt, tað var fyrstu ferð, eg var innløgd.

Gentan, sum hevði stovu við síðuna av mær, var komin inn við einari skizofrenidiagnosu og autismu. Hon var øgiliga illa fyri og sera bundin av at fáa heilivág til tíðina, sjálvsagt var tað so. Við hennara autismu so var tað týdningarmikið at fylgja einari fastari rútmu. Ein morgunin hevði starvsfólkið nógv at gera, so nógv, at hon ikki fekk heilivágin til tíðina, tað førdi við sær, at hon rópti og geylaði sum eitt ørt, so læsti hon seg inni á sínari stovu í nakrar tímar, og so var tað yvirstaðið. 

Tað óhugnaligasta, eg nokk havi upplivað á einari deild, var, at ein genta royndi at kvala seg sjálva í einum leidningi, hon var øgiliga illa fyri, húðin á henni bleiv svartari og svartari fyri hvønn dag, tað byrjaði at dryppa døkt slím eftir henni, tá hon gekk grátandi eftir gongini. Í grundini var hon ov illa fyri til eina opna deild. Tárini runnu altíð niður eftir hennara kjálkum, armarnir vóru fullir av sárum, frá at hon hevði skorið seg. Hon bleiv beint send á eina afturlatna deild. Umleið tvær vikur aftaná sá eg hana aftur, hon var úti og gekk túr við einum starvsfólki, slímið á henni var stadnað til stein, hon sá sterkari út, so eg gangi út frá, at hon hevði fingið tað betri. 

Eg havi møtt nógvum áhugaverdum menniskjum, tá eg havi verið innløgd. Á einari deild var ein tjúkk kona, sum akkurát var vorðin fráskild, tí græt hon steintoy. Koppar, borðiskar og undirskálir duttu niður á gólv og soraðust, so komu allar ketturnar tuskandi, tær vassaðu í brotunum og skóru seg um labbarnar, so eg mátti sita við pinsett fyri at fáa pettini úr aftur labbunum. Aftaná vaskaði eg sárini í sápuvatni og koyrdi plástur á.




Sjúkrasystrarnar høvdu ov nógv at gera við at ansa eftir menniskjunum, so tær høvdu ikki tíð til ketturnar, tær søgdu, at ketturnar vóru ikki veruligar, tær vóru bara hvørvisjónir, men eg veit betur, tær vóru sprelllivandi, sjúkrarøktarfrøðingarnir skiltu meg als ikki.

Har var eisini ein maður, sum trúði, at hann var ein rúmdarvera, sum var dottin niður á jørðina, hann gekk altíð vavdur inn í stanniol, hann segði, at hann royndi at fjala sína grønu húð, so vit onnur ikki skuldi vera bangin fyri honum. Hann fortaldi mær, at hann hevði ongar vinir, tað hevði hann ongantíð havt, tá hann var barn, vóru hini børnini altíð ljót við hann. Mamma hansara var tann einasta, hann kundi tosa við, hon hevði sagt honum, at hann var nakað serligt, tað var tí, øll børnini vóru so ónd við hann. Frá tí degi visti hann, at hann var ein rúmdarvera.

Tann, sum hevði tað ringast á deildini, var tann ungi drongurin, sum trúði, at øll royndu at stjala hansara tankar. Hann fylti oyruni við oyraproppum, koyrdi vatt í nasagluggarnar og opnaði ongantíð munnin, tí so vóru eingi hol, sum vit kundi stjala tankarnar ígjøgnum. Eg hevði sjálvsagt onga ætlan um at stjala hansara tankar, men eg hevði ordiliga gjarna viljað hoyrt, hvat hann gekk og hugsaði um. Kanska vóru ordiliga nógvar røddir í hansara høvdi, sum alla tíðina tosaðu? Kanska sá hann óhugnalig ting? 

Eg havi altíð sæð og hoyrt ting, sum onnur ikki gera. Tað er tí, at eg ikki veruliga eri eitt menniskja, sum flest onnur, eg livi í einari aðrari verð, eg livi í filtrinum, sum ger alt svart og hvítt, tað ger, at eg ikki fái tosað, orðini blíva føst í hasum gjøgnumskygda, sum sveimar rundan um meg, tað er tí, eg skrivi, annars fái eg ikki samskift.

At byrja við var filtrið bara ein hinna rundan um meg, men tað vaks saman við mær, tað fekk sín egna vilja, tað vildi ikki liva í skugganum av mær, tað vildi stýra mær. Tað byrjaði at stjala mínar tankar, og spakuliga byrjaði tað at stýra tankarnar. Filtrið vildi hava meg at gera ting, ting eg ikki hevði hug til. Tað segði, at skuldi leypa á øll fólkini, sum nærkaðust mær, eg skuldi klóra og bíta, tí øll vóru eftir mær. At byrja við var eg øgiliga bangin fyri filtrinum, eg vildi ikki skaða nakran, so eg bardist ímóti tí.

Aftan á nøkur ár varnaðist eg, at eg ongantíð hevði fylgt boðum, sum tað gav mær, eg visti tá, at eg var sterkari. Tá viknaði filtrið nógv, í dag er tað bara eitt lítið grønt slím, sum noyðist trúfast at fylgja mær allastaðni, eg fari, tað hevur ikki longur nakra rødd ella vilja, eg ráði yvir tí. Í landinum, sum eg búgvi í, eri eg kongur, drotning, løgmaður og alt í senn. Tann dagin, filtrið viknaði, skrivaði eg hesa yrkingina



eg liggi í songini

brádliga liggur ein leyva undir liðini á mær

hon er ússalig

pelsurin frísutur

hon hyggur syrgin upp á meg

eg fái hug at hita henni mjólk

greiða henni

ugga hana

tá kenni eg eyguni aftur

hasi bláu eyguni

tey eru míni

eg hyggi inn í míni egnu eygu 

eg leggi høvdið á hana

føli hvussu eg og leyvan søkka saman

at enda liggi bara eg eftir í songini

og ein rúgva av gyltum hárum

eg veit nú

at eg ikki eri vandamikil

eg eri leyvan

við tannleysum kjafti



Eg veit ikki, um tað er gott ella ringt at vera tann tamda leyvan. Eg haldi, eg má evna mær tøkutenn úr gróthørðum tilfari, so eingin kann skaða meg, men eg fari bara at nýta tenninar fyri at verja meg sjálva, tað lovi eg. Eg haldi, at eg havi brúk fyri at vera meira ill.






Frá bókini Psykosudrotningin sigur frá eftir Anna Malan Jógvansdóttir.













— — —


Styrkir þú Vía?

Vía treystir á þitt framlag. Með því að styrkja Vía tekur þú þátt í að halda uppi miðli sem lætur sig jafnrétti og fjölbreytileika varða.

Vía, áður þekkt sem Flóra útgáfa, hefur verið starfandi í 3 ár fyrir gagnrýna lesendur sem langar að kafa undir yfirborðið á marghliða samfélagsumræðu út frá jafnréttissjónarmiðum. Vía hefur frá upphafi fjallað um aðkallandi málefni líðandi stundar og birt fjölda einstakra pistla sem hafa varpað ljósi á ójöfnuð, ójafnrétti, fordóma, íhaldssemi og ofbeldi sem finna má á öllum stigum samfélagsins. Við leggjum áherslu á að upphefja frásagnir þeirra einstaklinga sem valdakerfi fara hvað verst með og valdefla raddir fólks með lifaða reynslu.

Hvert einasta framlag, stórt eða lítið, gerir okkur kleift að halda uppi gagnrýnni jafnréttisumræðu og er ómissandi fyrir áframhaldandi starf Vía.


Styrkja Vía


** Kíktu við á Uppskeru, listamarkaðinn okkar **
















fyrri grein
Queen psychosis tells all - A look into mental institutions

Mest lesin
Tilveruréttur minn

Mælum með
Tannár – Buffalo skógvar, sjeikar og spik í ’90inum

næsta grein
Beyond the grey, babypink lies


Lesa meira um...

Psykodrotningin sigur frá: Eitt innlít í sálarfrøðiligar stovnar